Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna 
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum 
Evni: At fiska við tveimum trolum

Spurningar:   
1. Hvat hevði tað merkt fyri búskapin, um tað verður loyvt at fiska við tveimum trolum? 
   a) Í hvønn mun hevði hetta merkt effektiviseringina av fiskiskapinum?

2. Hvørjar ávirkanir metir landsstýrismaðurin, at fiskiskapur við tveimum trolum hevði havt á umhvørvið og stovnarnar? 
   a) Hvørja ávirkan kann tað hava á djúpvatnsfiskin á ytru leið? 
   b) Hvussu hevði hetta ávirkað burðardygdina í fiskiskapinum?

3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við møguleikan at fiska við tveimum trolum?

Viðmerkingar: 
Endamálið við fiskidagaskipanini var at leggja upp til, at allur flotin skuldi fiska so effektivt sum møguligt.

Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum.

Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt, ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum av teimum føroysku skipunum, tí undir Føroyum er sum kunnugt ikki loyvt at fiska við tveimum trolum.

Allir grannar okkara brúka møguleikan at vera so effektivir sum gjørligt, meðan skipini eru til fiskiskap.  

Tí verða hesir spurningar settir. Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti. 

Á Løgtingi, 19. august 2026 
Fía Selma Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #