Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,2 milliardir krónur, ella 10 prosent. Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á makreli og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks eina knappa milliard krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 16,3 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks knøpp 18 túsund tons, ella næstan 18 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið næstan 250 milliónir krónur, ella góð 19 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



