Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Fjarhitafelagið: Fjarhitafelagið er nú liðugt við arbeiðið at leggja fjarhitarørini, ið ganga frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum oman á Landssjúkrahúsið. Vegurin er asfalteraður, og ferðslan kan sostatt aftur koyra ótarnað á Fræslinum.

Fjarhitafelagið fór undir arbeiðið tíðliga í fjør heyst. Íbindingin til Landssjúkrahúsið strekkir seg 600 metrar frá høvuðsleiðingini, har Fróðskaparsetrið á Frælsinum er bundið í fjarhitaskipanina, oman til Landssjúkrahúsið.

- Arbeiðið hevur samanumtikið gingið væl, hóast vit onkuntíð hava verið hindrað av kulda og illveðri í vetur. Nú skal Landssjúkrahúsið so gera innanhýsis arbeiði á sjúkrahúsinum liðugt, áðrenn vit kunnu skrúva fjarhitan frá, sigur Eirikur Mørkøre, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum skulu hitast við fjarhita, og talan er um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.

Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitaskipanina í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #