Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi
Tónleikur

SF: Landsins størsta tónleikatiltak nærkast í hvørjum. Ólavsøka er farin aftur um, og nú er Summar Festivalurin næsta stóra tiltakið í Føroyum.

Í døgunum frá 6. til 8. august verður festivalurin í Klaksvík hildin, og skráin fyri festivalin er kunngjørd. Hon sæst á heimasíðuni sf.fo.

Útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Millum kendu føroysku nøvnini eru Hamradun, Annika Hoydal, Dynamit, Lena Anderssen og Faroe5.

Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 2004, og eftir fáum árum menti tiltakið seg til at vera størsta tónleikatiltak í Føroyum. Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani – undantikið koronuárini, tá ið tveir festivalar vórðu avlýstir. Í ár er tað tí tann 21. Summar Festivalurin, sum stendur á skránni.

Ígjøgnum árini hevur Summar Festivalurin hýst nakrar av størstu konsertum í Føroyum – bæði tá ið tað kemur til áhoyratal, bólkar á palli og tekniska útgerð. Nøvn sum eitt nú Roxette, Westlife, Zara Larsson, Europe, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Twisted Sister, Olly Murs, Alan Walker, Melanie C, Suzi Quatro hava spælt á Vágsbø.

Føroyskir tónleikarar hava á hvørjum ári spælt ein stóran leiklut, og føroyskir bólkar hava staðið fyri nógvum minniligum konsertum.

Í ár verða konsertir og framførslur á fýra ymiskum pallum. Tær størstu konsertirnar vera sum vant á Vágsbø, aðrar verða í Tjaldinum og á Torginum. Haraftrat verða eisini undirhald og framførslur á pallinum í Silvalandi, sum er fyri familjurnar.
Samanlagt vera úti við 40 konsertir og framførslur á Summar Festivalinum 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #