(savnsmynd)
(savnsmynd)
Fleiri hjálparveitingar hava verið um vikuskiftið sambært Vørn.
Álvarsligasta var helst, at útróðrabátar sum var staddur á Føroya Banka fekk maskinbrek og mátti sleipast inn. Pison sleipaði bátin í Leirvíksfjørð, har East Rescue tók yvir og sleipaði bátin til bryggju í Leirvík. Bjargingin tók 29 tímar.
Eisini fríggjadagin steðgaði ein bátur upp í Hestfirði, hann sleipaði Rescue Lív á Toftir.
Leygardagin var ein smábátur uppsteðgaður við Hoyvíkshólm. Hann varð sleipaður á Havnina. Og eitt sindur seinni sama dag steðgaði ein bátur upp á Havnarvág, aftur her vóru boð eftir Rescue Lív sum sleipaði bátin inn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



