ST hevur samtykt, at almenna heimskortið hereftir skal gerast eftir Eckert IV sniðinum og ikki Marcator, sum vit higartil hava brúkt, tí tað fer at gera støddarlutfallið millum londini rættari.
Tað skrivar The Guardian.
Trupulleikin við núverandi kortinum, sum er frá 1569, er, at londini sum liggja nær pólunum síggja lutfalsliga nógv størri út, enn tey eru. Umvent síggja londini við miðkringin nógv minni út. Tað er til dømis tí at Grønland sær út til at vera nærum líka stórt sum alt Afrika, hóast Afrika í veruleikanum er 14 ferðir størri enn Grønland.
Fyri okkum í Føroyum hevur nýggja heimskortið tann týdningin, at vit frá at vera sera lítil als ikki fara at síggjast, uttan so at talan er um eitt sera stórt kort.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



