Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður 
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni: Rúmdarvirksemi í Føroyum

Spurningar:   
1. Hvat lógargrundarlag er fyri rúmdarvirksemi í føroyskum øki í síni heild?

2. Hvat lógargrundarlag er í Føroyum fyri at staðseta og reka jarðbundið infrakervi, ið hevur til endamáls at samskifta við eindir, ið eru í ringrás kring knøttin?

3. Hvat lógargrundarlag er í Føroyum fyri at staðseta og reka jarðbundið infrakervi, ið hevur til endamáls at senda lutir í ringrás kring knøttin?

4. Sær landsstýrismaðurin møguleikar í eini møguligari rúmdarvinnu í Føroyum?

5. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at eggja til eina føroyska rúmdarvinnu?

Viðmerkingar: 
Rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin, og stórveldini brúka nógva tíð og orku til at menna sína rúmdarvinnu. Hetta er eisini galdandi fyri londini í Evropa.

Føroyar liggja landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu í Føroyum er sera gott. Hetta, saman við at Evropa ynskir egnar førleikar innan rúmdarvinnu, skapar fortreytirnar fyri, at Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu í Evropa.

Føroyar eru staðsettar soleiðis, at møguleiki er fyri at gera móttøkustøðir til at heinta dátur frá teimum rakettum og fylgisveinum, ið ferðast í føroyskum øki. Føroyar eru eisini væl staðsettar til eina rakettstøð, sum kann senda lítlar og miðalstórar rakettir í ringrás.

Ein framtíðar rúmdarvinna í Føroyum kann tó hava ávirkan á umhvørvið, loftrúm, trygd, fiskiskap og mangt annað. Tí má hædd takast fyri slíkum viðurskiftum.

Fyri at slík vinna kann taka seg upp í Føroyum er neyðugt at fáa greiðu á, hvat lógargrundarlagið er, og um tað stuðlar upp undir ella setur forðingar fyri slíkum virksemi. Tí verða hesir spurningar settir.  

Á Løgtingi, 2. september 2026 
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #