Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag fingið handað heildarætlanina fyri vitlíki í Føroyum fyri árini 2027–2030. Ætlanin setur felags kós fyri, hvussu Føroyar við ábyrgd kunnu gagnnýta vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.

Handanin fór fram á almennum tiltaki í Kongshøll í Havn, har Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni, handaði landsstýrismanninum heildarætlanina.

Á tiltakinum vóru eisini framløgur frá Martin Zachariasen, Iben Nyholm Debes, Hans Kára Vang, Anne Mette Greve Klemensen og Niels Winther, sum úr ymiskum sjónarhornum lýstu møguleikarnar og avbjóðingarnar við vitlíki í føroyska samfelagnum.

Heildarætlanin fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í tríggjar súlur: fólkið, málið og búskapin, ið byggja á ein felags grundvøll. Visjónin er, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd kann gagnnýta vitlíki.

Heildarætlanin er tøk á nýggju heimasíðuni vitliki.fo. Har ber eisini til at brúka vitlíki til at leita í tilfarinum frá arbeiðisbólkinum í heildarætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #