Eisini føroyski málmaðurin, Andreas Lamhauge, hevði fleiri góðar bjargingar í dystinum sum gjørdu sítt til at Føroyar drógu longra stráið.
Eisini føroyski málmaðurin, Andreas Lamhauge, hevði fleiri góðar bjargingar í dystinum sum gjørdu sítt til at Føroyar drógu longra stráið.
Føroyska manslandsliðið vann í dag 1-0 á Moldova á Tórsvølli og tryggjaði sær annaðplássið í Nations League-bólkinum. Harvið skulu Føroyar spæla tveir røkkstøkkdystir um uppflyting í deild B í mars komandi ár.
Áki Samuelsen skoraði einasta málið í dystinum í 24. minutti. Málið gjørdist avgerandi í einum dysti, har bert sigur var nóg mikið hjá Føroyum. Eisini føroyski málmaðurin, Andreas Lamhauge, hevði fleiri góðar bjargingar í dystinum sum gjørdu sítt til at Føroyar drógu longra stráið.
Undan dystinum hevði Moldova sjey stig og Føroyar fimm. Við sigrinum fóru Føroyar framum og enda bólkaspælið við átta stigum, einum fleiri enn Moldova.
Sigurin setti samstundis punktum fyri eitt bólkaspæl uttan tap. Fyrstu fimm dystirnir endaðu allir við javnleiki, seinast 2-2 á útivølli móti Slovakia fríggjakvøldið. Í dag kom so sigurin, sum lyfti Føroyar upp á annaðplássið og varðveitti vónina um uppflyting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



