Um vit føroyingar hava ymiskar meiningar um grindaveiðu, so kunnu vit heldur ikki vænta, at restin av heiminum ikki hevur sínar meiningar.
Tað er kanska júst tann veruleikin, sum ein stórur partur av føroyingum hevur ilt við at góðkenna.
Hyggja vit eftir, hvat var loyvt fyri 100 árum síðani, og hvat er loyvt í dag, so síggja vit, at heimurin hevur broytt seg nógv. Samfeløg broytast, hugburðir broytast, og vit laga okkum í stóran mun eftir hvørjum øðrum.
Men eru vit so óvitandi, at vit halda, at heimurin broytist, meðan vit føroyingar bara kunna standa í stað?
Hvussu leingi skulu vit bíða, áðrenn vit ásanna, at heimurin fer at leggja størri og størri trýst á okkum? Vit ganga, meðan stórur partur av heiminum rennur.
So spurningurin er:
Er tað ikki uppá tíðina, at vit spíta tæran út og skíta á wc-inum?
At byggja eina framtíð krevur, at vit tora at hugsa og tosa nýtt.
Vit kunnu ikki altíð halda fast í tí, sum tey gomlu hildu, bara tí at tað er tað, vit eru von við.
Tíðin broytist.
Spurningurin er, um vit vilja broytast við henni — ella bíða, til vit verða noydd til tess.
Heilsan
Jákup og Jane Bingley Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



