62°N: Í dag fór eitt fult flogfar beinleiðis úr Føroyum til Nuuk, við fleiri enn 120 vinnuferðandi og 50 privat ferðandi. Áhugin hevur verið so stórur, at fleiri standa á bíðilista, og eru ikki sloppin við. 62°N hevur tískil longu kanna møguleikarnir fyri at gera sama túr aftur næsta ár.
Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar kunnu fara beinleiðis úr Føroyum til Grønlands. Men í dag, fór eitt fult flogfar úr Føroyum til Nuuk við 174 ferðandi.
62°N samskipar alla ferðina, sum er komin í lag í sambandi við, at Vinnuhúsið skipar fyri einum vinnutiltaki í Nuuk.
Størsti parturin av teimum ferðandi eru úr føroyskum vinnulívi. Fleiri enn 120 fólk frá føroyskum fyritøkum eru við á ferðini, og hósdagin 1. oktober skipar Vinnuhúsið fyri einum vinnutiltaki í Nuuk, har føroyskt og grønlendskt vinnulív hittast.
Harumframt hava fleiri av føroysku fyritøkunum sjálvar fingið fundir í lag við grønlendskar fyritøkur og samstarvsfelagar. Tað gevur teimum møguleika bæði at styrkja verandi sambond og skapa nýggjar møguleikar fyri samstarvi millum Føroyar og Grønland.
- Hetta er ein sera spennandi ferð. Nógv fakligt er á skránni, og vit síggja tað sum ein góðan møguleika hjá føroyskum fyritøkum at knýta nýggj sambond og styrkja samstarvið við grønlendskt vinnulív, sigur Leivur Samuelsen, stjóri í 62°N.
Eisini stórur áhugi frá privat ferðandi
Vanliga er ikki beinleiðis rutusamband millum Føroyar og Nuuk, og tað hevur uttan iva verið ein partur av orsøkini til stóra áhugan hjá privat ferðandi.
- Vit hava eisini lagt dent á, at tey ferðandi skulu fáa møguleika at uppliva Grønland, meðan tey eru har. Tí hava vit í samstarvi við ein lokalan veitara sett saman fleiri ymiskar útferðir, bæði bátaferðir, gongutúrar og ikki minst ein túr til Føroyingahavnina og Nordafar.
- Tað var ein serstakliga stórur eftirspurningur eftir at sleppa at vitja gomlu Føroyingahavnina og Nordafar. Vit høvdu 3 bátar, men noydd at bíleggja 3 bátar aftrat og gera ein eyka túr. Allir bátarnir hava føroyskar ferðleiðarar, ið fara við at greiða frá søguni um Føroyingahavnina.
- Vit væntaðu, at Føroyingahavnin fór at hava stóran áhuga, men høvdu ikki roknað við at skula gera ein eyka túr við enn fleiri bátum. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv vilja sleppa at uppliva ein part av okkara egnu søgu í Grønlandi. Vit hava fingið eyka bátar, men kortini hevur verið avmarkað, hvussu nógv vit hava kunnað fingið við, sigur Leivur Samuelsen.
Longu áhugi fyri 2027
- Stóri áhugin fyri Grønland, bæði hjá vinnuligum virksemi og privatferðandi, hevur gjørt, at vit hjá 62°N longu nú hyggja eftir møguleikanum at gera ein líknandi beinleiðis túr til Grønlands aftur í 2027.
- Fleiri hava longu ynskt at sleppa við á ein lista til 2027 fyri at tryggja sær pláss. Stuttligt at vera við at skapa enn meira samband við føroyskt og grønlendskt vinnulív og samstundis bjóða føroyingum møguleikan at uppliva Grønland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



