Undan dystinum ímóti Moldova skipar FSF, saman við Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri upphiting á Draft Arena í Chisinau - Mynd: www.FSF.fo
Undan dystinum ímóti Moldova skipar FSF, saman við Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri upphiting á Draft Arena í Chisinau - Mynd: www.FSF.fo
FSF: Týskvøldið klokkan 19:00 lokala tíð, sum er klokkan 17:00 í Føroyum, skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova tekur ímóti á Zimbru Stadion í Chisinau.
Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya, saman við Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri upphiting á Draft Arena, Dacia Blvd 35. Upphitingin byrjar klokkan 16:00.
Draft Arena liggur umleið tíggju minuttir til gongu frá Zimbru Stadion, har sjálvur landsdysturin byrjar kl. 19:00.
Har verður høvið hjá føroysku áskoðarunum at hittast, fáa landsdystarstemningin í gongd og hita røddina upp, áðrenn leiðin gongur á leikvøllin.
Øll føroysk viðhaldsfólk eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



