

Hesa vikuna er Odense International Film Festival á skránni.
Í hesum sambandi skipar Norðurlandahúsið í Odense eisini fyri filmsýningum við føroyskum filmum.
Tríggir føroyskir filmar verða vístir her. Teir eru hesir:
Omman, Ein Raskur Drongur og RÓIN - Spælimaðurin við heimsins enda.
Teir tveir fyrstnevndu eru stuttfilmar og verða vístir í kvøld, meðan dokumentarfilmurin RÓIN verður vístur fríggjakvøldið.
Týskvøldið 26. august klokkan 19.00-20.00
OMMAN af Julia í Kálvalið
To brødre må bære deres afdøde bedstemor hjem gennem det barske landskab.
EIN RASKUR DRONGUR af Mariann Sofiasdóttir
7-årige Karl pudser sin bedstefars gevær, som også afliver familiehunden på åbent hav.
Fríggjakvøldið 29. august klokkan 19.00-20.00
RÓIN - Spillemanden ved verdens ende af Pætur H. Evensson
Dokumentar om musikeren Róin Siggertsson, der efter næsten 30 år i Danmark vender hjem til Færøerne.
Eisini verða filmar úr Íslandi og Grønlandi á skránni í Norðurlandahúsinum.
Terji Mohr er við í donsku kappingini
Umframt hesar føroysku filmarnar, sum verða vístir í Det Nordatlantiske Hus, so er føroyski leikstjórin Terji Mohr eisini aktuellur við einum donskum filmi. Hann gjørdi filmin King Crocodile á filmskúlanum Super16, og hesin filmurin er nú við í donsku kappingini um virðislønir á Odense International Film Festival.
King Crocodile verður vístur fríggjakvøldið klokkan 22:00 og leygardagin klokkan 11:40.
King Crocodile verður lýstur soleiðis:
I Dillelands tropiske hede forsøger den akavede outsider Kenneth at passe ind og vinde Sofies opmærksomhed – men krokodillerne er nemmere at håndtere end kollegerne.
Terji Mohr verður harumframt við til tiltakið "Pitch Me Baby", sum snýr seg um at "pitcha" hugskot til filmar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo