Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

ÍSF: Hvat skal til fyri at menna føroyskan úrvalsítrótt?

Hesin spurningur er í miðdeplinum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands, sum Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur latið Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera.

Frágreiðingin tekur støði í altjóða SPLISS-leistinum – Sports Policy Factors Leading to International Sporting Success – sum verður brúktur til at greina úrvalsskipanir út frá níggju økjum. Hesi fevna millum annað um fígging, leiðslu og fyrisiting, ítróttarliga luttøku, talentmenning, ítróttarumstøður, venjarar, stuðul til íðkarar, kappingarmøguleikar og gransking.

Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN, og Emeritus Klaus Nielsen, professari á Birkbeck, University of London, hava gjørt greiningina. Báðir hava drúgvar royndir við gransking og greining av úrvalsítrótti í Norðurlondum.

Høvuðsniðurstøðan er greið: Føroyar avrika óvanliga nógv í altjóða úrvalsítrótti í mun til fólkatalið, men skipanin er framvegis ung og hevur fleiri grundleggjandi øki, sum eiga at styrkjast.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #