FÓLKAFLOKKURIN: Á skránni er millum annað formansfrágreiðing, og tingfólk og landsstýrisfólk fara at greiða frá politiska arbeiðinum. Eisini verður høvi hjá fundarfólkinum at taka orðið, seta spurningar og koma við sínum sjónarmiðum.
Landsfundurin er eitt gott høvi hjá fólkafloksfólki úr øllum landinum at hittast, skifta orð og kjakast um politisku kósina hjá flokkinum.
Dyrnar lata upp kl. 12.30, tá vælkomstábiti verður at fáa. Sjálvur landsfundurin byrjar kl. 13.00, og klokkan 18.00 verður døgurði.
Vit gleða okkum til ein góðan og áhugaverdan landsfund og vóna at síggja nógv fólkafloksfólk úr øllum landinum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



