BirkBloggur: - Tað er eingin loyna, at Poul Andrias er ein rokkstjørna innanfyri hetta feltið, og er serstakliga viðurkendur, bæði av teimum, sum standa uttanfyri, og teim, sum eru heilt tætt uppá í hesi verðini, tá hugsi eg um kokkarnar, sum hann benchmarkar, ella metir seg, upp í móti.
So fyri hann er tað persónliga øgiliga stórt, tí nú once in a lifetime og one time only koma allir kokkarnir til Føroya, har hann fær møguleikan at vísa tað, sum PAZ hevur at bjóða. Og tað er jú fantastiskt.
So eg haldi at tað veruliga er ein vinningur í sær sjálvum, at mann kann bjóða øllum hesum fólkum at koma at eta. Og á tí langa bananum er tað eisini eitt høvi at siga, hygg her, vit eru her, beint her, sigur Sunuva Eysturoy Lassen, samskiftis- og marknaðarleiðari hjá PAZ, ið hevur tvær Michelinstjørnur, nú føroyski vertskapurin fyri norðurlendsku Michelinhandanina er kunngjørdur.
Les meira her: Poul Andrias er rokkstjørnan
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



