Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Politikkur

Seinastu árini eru sosialir miðlar vorðnir ein stórur partur av lívinum hjá børnum og ungum. Men fleiri granskingar vísa, at ov nógv nýtsla kann hava álvarsligar fylgjur fyri sálarheilsuna. Tí er alneyðugt, at man frá landsins síðu ger fyribyrgjandi átøk, ið hava sum endamál at tryggja okkara børn.

Kanningar vísa, at ung, sum brúka meira enn tríggjar tímar um dagin á sosialum miðlum, hava umleið dupultan so stóran vanda fyri at fáa trupulleikar sum angist og tunglyndi. Samstundis siga nógv ung, at sosialir miðlar ávirka teirra svøvn og sjálvsálit negativt. Hetta vísir, at talan ikki bara er um undirhald, men eisini um eina veruliga heilsuliga avbjóðing.

Børn undir 15 ár eru framvegis í menning og hava ikki altíð førleikar at handfara trýstið, samanberingar og vandarnar á netinum. Tí hevur samfelagið eina ábyrgd at verja tey. Eins og vit hava reglur fyri alkohol, tubbak og onnur skaðilig viðurskifti, eiga vit eisini at hava greiðar reglur fyri sosialar miðlar.

Sjálvandi er eitt bann ikki einasta loysnin, men tað kann vera eitt týdningarmikið stig fyri at verja okkara børn. Men eitt forboð sendir tað greitt signal um, at man frá landsins síðu vil verja okkara ungu. 

Í stuttum: At banna sosialar miðlar fyri børn undir 15 ár er ikki bara ein hugskot – tað er eitt neyðugt politiskt stig fyri at tryggja eina sunnari framtíð fyri komandi ættarlið.

X við Hans Jákup Langgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #