Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Fosturtøkulógin, skattaviðurskifti og nýggir motorar til Smyril eru millum málini, tá Løgtingið kemur saman í dag, mánadagin 9. november, klokkan 13.

Uppskotið hjá Steffani Klein Poulsen um at broyta fosturtøkulógina er fyrst á skránni, og møgulig onnur viðgerð er eisini sett á. Uppskotið snýr seg millum annað um kravda ráðgeving til kvinnur, sum velja fosturtøku.

Atkvøðast skal eisini um at seta tveir skrivligar fyrispurningar frá Sámali Peturi í Grund. Annar er til Aksel Vilhelmson Johannesen um skattainntøkur og avtøku av skattafrádráttum. Hin er til Bárð á Steig Nielsen um russisk fiskiskip í føroyskum sjógvi og samfelagstrygdina.

Trý uppskot hjá Akseli Vilhelmson Johannesen koma til aðru viðgerð: at seta fimm eldri hagfrøðilógir úr gildi, at undantaka pant frá mvg-skyldigari sølu og at veita eykajáttanir í heystumfarinum.

Somuleiðis fær uppskotið hjá Jacobi Vestergaard um at keypa høvuðsmotorar til Smyril aðru viðgerð.

Á skránni er eisini onnur viðgerð av eykajáttan til Skúlan á Trøðni. Tað uppskotið eiga Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Fundurin endar við framløgu.

Tú kanst fylgja við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #