Vesaturvón: Eitt væleydnað samstarv millum Vesturvón og Vakstrarhúsið prógvar nú, at matleivdir kunnu broytast til lokala framleiðslu. Við hjálp frá eini serligari kvørn verður lívrunnið burturkast hjá Vesturvón umgjørt til allarbestu mold, sum síðani gevur lív til leskiligt føroyskt grønmeti og frukt.
Hjá Vesturvón fer onki til spillis. Við at hugsa burðardygt og stuttflutt, hava vit megnað at skapa eina fullkomna vistfrøðiliga ringrás, har burturkast verður til virðismikið tilfeingi.
Køkurin á Heiminum á Sýnini endurnýtur mest møguligt matleivdirnar, og tað sum ikki beinleiðis kann endurnýtast, verður koyrt í kvørnina.
Eftir bert 24 tímum hevur kvørnin umgjørt matleivdirnar til eina góða og orkuríka mold – kanska ta allarbestu moldina, man kann hugsa sær.
Gull fyri Vakstrarhúsið
Hendan dygdarmoldin fer tó ikki til spillis. Vakstrarhúsið heintar moldina og brúkar hana sum grundarlag undir sínari grønu framleiðslu. Í moldini frá Vesturvón spretta nú sunnar tomatir, svalandi agurkir og reyð, søt jarðber, umframt annað gott grønmeti.
Hetta er ein stór sólskinssøga um, hvussu vit við góðum lokalum samstarvi kunnu minka um matspill, hugsa umhvørvisvinarligt og fylgja matinum allan vegin frá borðinum, niður í moldina, og upp aftur á borðið.
Gleði fyri borgarar
Tað besta við hesi verkætlan er, at tann góða moldin kemur ríkiligt aftur til teirra, sum byrjaðu tilgongdina. Vesturvón fær nevnliga frukt og grønt aftur úr Vakstrarhúsinum.
Borgarar í dagtilboðnum og húsfólk á Heiminum á Sýnini hava eisini vitja í Vakstrarhúsinum og heintað grønmeti og frukt, sum teir sjálvir hava verið við til at skapa grundarlagið undir.
Samstarvið um hesa verkætlan hevur stóran týdning fyri okkum, og eru vit sera takksom fyri góða samstarv og vælvild frá starvsfólkið í Vakstrarhúsinum og Vága kommunu.
Alt eftir hvør árstíð er, fáa vit boð um, at nú er klárt at koma og heinta, ella koma á eina vitjan saman við borgarum.
Við hesum samstarvi vísa Vesturvón og Vakstrarhúsið, at burðardyggar loysnir ikki nýtast at vera torførar – tær krevja bara røttu útgerð, gott samstarv og viljan til at síggja virðið í tí, vit annars burturbeina.
Hetta er stuttflutt, grønt og skapar gleði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



