FRAMTAK: Fyri vanliga raksturin var úrslitið eftir skatt fyri 2025 ein vinningur á 10,1 mió, sum svarar til eitt miðal eginpeningsavkast á 9,6%, tá sæð verður burtur frá landskassaláninum á 38 mió kr., ið var umlagt til eginogn. Hetta er beint niðanfyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri.
Í 2025 avgjørdi Føroya Landstýri at tær eftirverandi 38 milliónirnar í láni til Framtaksgrunnin skuldu umleggjast til eginpening. Hetta ger at úrslitið fyri 2025 samlað sæð verður 48,1 mió. kr. Í hesum sambandi var ein viðtøkubroyting gjørd fyri Framtaksgrunnin, soleiðis at staðfest var, at Framtak árini 2025-2028 hevur tøkar minst 38 mió. kr. til, eftir marknaðartreytum, at gera íløgur í smáar og miðalstórar fyritøkur, undir hesum eisini íverksetarafealøg og fyritøkur, sum eru nýstovnaðar ella nýliga stovnaðar.
FRAMTAK hevði við ársenda 2025 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 20 føroyskar fyritøkur. FRAMTAK gjørdi nýggja íløgu í 2 feløg í 2025 og hækkaði kapitalin í einum felagi, ið FRAMTAK eigur í. Harafturat seldi FRAMTAK sín part í FarPay. Sølan av FarPay gav við sølu eitt miðalavkast væl omanfyri 20% um árið fyri tey 9 árini, ið Framtak var í felagnum.
Eginognin í FRAMTAK var 148,8 mió. krónur við ársenda 2025 og fíggjarstøðan javnvigaði við 149 mió. Kr.
Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan økt virksemi í 2026, og at 2026 eisini kemur at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum. Serligur dentur verður lagdur á íløgumøguleikar í smáar og miðalstórar fyritøkur.
Stjórin í FRAMTAK Ben Arabo sigur:
“VIt eru nøgd við avkast og úrslit í 2025, og vit vænta eitt gott ár í 2026 við góðum møguleikum fyri vøkstri.”
Um FRAMTAK
FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger FRAMTAK íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.
FRAMTAK vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.
FRAMTAK kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán
Stjóri í FRAMTAK er Ben Arabo.
Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



