Eg eri føroyskur arkitektur MAA, búsitandi í Keypmannahavn, og havi í fleiri ár arbeitt við einum hugskoti um smáar, eldrivnar og sjálvvirkandi undirsjóvarmetroir til føroysku útoyggjarnar.
Hugsa tær eina metro undir sjónum, sum tú kanst kalla eftir tørvi – eins og eina lyftu.
Málið er, at metrovognurin vanliga kemur innan fáar minuttir og gevur eitt støðugt samband 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið – óheft av sjóveðrinum.
Hugskotið er, at útoyggjarnar kunnu fáa eitt nútímans og veðuróheft samband, samstundis sum tær varðveita sín serliga samleika, frið og náttúru.
Eg eri væl greiður yvir, at ein slík loysn krevur nærri tøkniligar, trygdarligar og fíggjarligar kanningar.
Endamálið er ikki at finnast at verandi samferðsluætlanum, men at seta spurningin:
Eiga vit ikki eisini at kanna aðrar møguligar framtíðarloysnir, áðrenn vit taka avgerðir um samferðsluna til útoyggjarnar fyri komandi ættarlið?
Viðheft eru ein stutt lýsing og nakrar myndir, sum vísa hugskotið og møguligar metroleiðir til føroysku útoyggjarnar.
Eg havi eisini sent uppskotið til Útoyggjafelagið í sambandi við ráðstevnuna í Klaksvík.
https://drive.google.com/file/d/1g8GYLdX4gR2Q7_UQ2rKHzLBN_pt9KtzH/view?usp=sharing
Jóannes Petersen arkitekt maa
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



