Frihedsbrevet kom á marknaðin sum eitt frískt lot, og við tí stóru yvirskriftini um, at tey vóru óheft – allarhelst nakað, ið tey sjálvi halda, at aðrir miðlar ikki eru.
Eitt nú átalaði Felagið Føroysk Miðlafólk miðilin, fyri at hevja seg uppum allar aðrar miðlar.
Á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet.fo stendur ein yvirlýsing hjá útgevaranum, ið staðfestir hugsjónina hjá miðlinum.
Har stendur eitt nú:
”Hugsjónin er, at ein fríur og frælsur miðil trívist best uttan statsligan stuðul. Vit kunnu eisini fara so langt sum at siga, at ein miðil, sum fær fíggjarliga hjálpt frá statinum, ikki er ein fríur og frælsur miðil.”
Og víðari stendur eisini:
“Mediehuset Friheden virkar tí uttan statsstuðul. Vit halda ikki, at fíggjarlig áhugamál skulu vera ímillum miðlarnar og statin. Tí ganga vit á odda sum ein góð fyrimynd.”
Men tað áhugaverda nú er, at Mentanargrunnurin hevur sent eitt tíðindaskriv út, har greitt verður frá, at nevndin hevur givið tilsøgn til 14 filmsverkætlanir, ið fáa landskassastuðul.
Ein av hesum verkætlanum er “Semd”, ið fær 190.000 kr., ið er ein verkætlan hjá felagnum ÍVF Frælsisfilmar, ið oddafólkini í Frihedsbrevet.fo, Barbara Holm og Jan Lamhauge eiga. (Hví Frælsisfilmar og ikki Frihedsfilm? Ella Frælsiskykmyndir og Frælsisbrævið.fo?)
So nú er brotið við yvirlýsingina hjá miðlinum sjálvum. Miðilin fær nú statsstuðul, ið var lýst sum djórið í opinberingini.
Skal Frihedsbrevet.fo ikki longur vera óheft?
Er Frihedsbrevet.fo ikki ein fríur og frælsur miðil?
Skal Frihedsbrevet.fo ikki longur ganga á odda sum ein góð fyrimynd?
Og hvat siga investorarnir í Frihedsbrevet.fo, ið hava skrivað yvirlýsingina?
Tað má vera loyvt at spyrja!
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



