FORN: Samstundis eftirlýsir felagið kanningarúrslit, greiðar mannagongdir og betri samskifti við fólk, sum lata forngripir inn.
Ein svørðknøttur, sum Jan Hammer Egholm fann í Tjørnuvík í 2022 og læt Tjóðsavninum beinanvegin, hevur nú verið hjá savninum í meira enn fýra ár. Sambært finnaranum hevur hann framvegis ikki fingið eina skjalfesta fakliga niðurstøðu um aldur og uppruna.
Hetta er eitt av málunum, sum FORN – Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag – nú varpar ljós á. Nýggja heimasíðan forn.fo skal gera fundir, myndir og vitan atkomilig fyri almenningin og geva limunum eina felags rødd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



