Amerikanski havgranskingarstovnurin NOAA hevur saman við granskarum úr Avstralia og Columbia University sett eina fimm ára verkætlan í verk, har fýra ómannað skip skulu sigla kring Antarktis.
Fyrsta skipið fór úr Hobart í Tasmania 19. september, og hini trý verða send avstað í 2027.
Skipini eru av slagnum Saildrone Explorer og eru útgjørd við framkomnum mátitólum, sum millum annað skráseta hitastig, saltinnihald, vind, súrevni og CO₂ í havinum.
Tey verða sigla við vindorku, meðan sólkyknur veita streym til útgerðina. Vitlíki verður brúkt til at finna øki, har granskararnir hava størstan tørv á upplýsingum.
Sambært NOAA tekur havið kring Antarktis upp umleið 40 prosent av tí CO₂, sum heimshøvini samlað taka upp úr lofthavinum.
Granskararnir vilja serliga kanna vetrarmánaðirnar, tá tað er bæði vandamikið og kostnaðarmikið at senda vanlig granskingarskip til økið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



