At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Tónleikur

Lívdin verður karmur um fleiri konsertir í vetur og komandi vikuskifti verða 2 konsertir á skránni.

Leygarkvøldið verður konsert við norska sangskrivararnum Hans Inge Fagervik, sum m.a. hevur skrivað sangin Farvel Marita, sum bleiv umsettur av Kim Hansen til Farvæl Maria.

Sunnukvøldið verður so konsert við bólkinum Ichtus, sum fer at spæla løg av bandinum, sum bólkurin gav út í 1989. Tey hava ikki spælt saman síðani tá.

Í dag var ein partur av bólkinum saman til venjing og vóru vit og tóku nakrar myndir.

Leikarirnir, sum vóru komnir saman í dag, vóru Rúni Højgaard, Svend Åge Drewsen, Henning Nikodemusen, Jákup Zachariassen og Hans Poulsen.

Konsertin við Ichtus verður sunnukvøldið 4. oktober kl. 19.30.

Kosertin við Hans Inge Fagervik verður leygarkvøldið 3. oktober kl. 21.00.

Atgongumerki kann keypast á https://www.praisehim.fo/

 

Sí myndir frá venjingini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #