Heilsumálaráðið: Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini.
Ein felags kós fyri heilsuøkið
Heilsupolitikkurin hevur sum visjón:
“at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst.”
Í heilsupolitikkinum er dentur lagdur á fyribyrging og heilsuframa, samstundis sum dygdin í viðgerð og góðskumenning verður styrkt. Tað er ein týðandi broyting í hugsanini, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar av samfelagnum.
Breitt og grundleggjandi arbeiði
Í samgonguskjalinum er ásett, at ein heilsupolitikkur skal orðast. Eitt av teimum fyrstu málunum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, fór undir, tá hon tók við, var at seta gongd á hetta arbeiðið. Nú er úrslitið klárt – ein heildarætlan fyri føroyska heilsuøkið frá 2026 til 2035.
Fólk úr politisku skipanini, heilsuverkinum, eldraøkinum, almannaøkinum, kommununum, barna- og útbúgvingargeiranum, ítrótti og frítíð, umframt privatir borgarar hava luttikið við sínum sjónarmiðum, royndum og uppskotum.
Arbeiðshátturin hevur verið víðfevnandi:
-
Hoyringarfundir við heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, stovnar og yrkisfeløg
-
Spurnakanning við 789 luttakarum
-
Almennur møguleiki hjá borgarum at lata inn skrivligar viðmerkingar (131 uppskot komu inn)
-
Ráðgevarabólkar og fakligir fylgibólkar
-
Heilsufaklig greining av heilsustøðuni í Føroyum
Úrslitið er ein politikkur, sum bæði setur kósina fyri langtíðarmálum og lýsir ítøkilig átøk fyri tey fyrstu trý árini. Nýggj átøk mugu raðfestast komandi árini, um langtíðarmálini skulu røkkast.
- Eg eri sera fegin um, at vit nú hava ein heilsupolitikk, sum byggir á breiða luttøku og fakliga grundaði tilmælir. Hetta er eitt stórt og gott arbeiði, og eg vil hjartaliga takka øllum, ið hava tikið lut – heilsustarvsfólkum, kommunum, stovnum, felagsskapum og borgarum kring landið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



