Mynd: Conlan Houston / Wikimedia Commons
Mynd: Conlan Houston / Wikimedia Commons
Demokraturin Abdul El-Sayed hevur vunnið á republikanaranum Mike Rogers í Michigan og verður fyrsti muslimurin í amerikanska Senatinum. Tað skrivar tíðindastovan AP.
El-Sayed er 42 ára gamal, lækni og fyrrverandi stjóri í heilsuverkinum í Detroit. Í valstríðnum hevur hann millum annað tosað fyri almennari heilsutrygging fyri øll og minni ávirkan frá stórum pengastuðlum í amerikanskum politikki.
Men valstríðið hevur eisini verið merkt av hvøssum kjaki um Ísrael og antisemitismu. El-Sayed hevur lýst krígsførsluna í Gaza sum fólkamorð og viljað steðga amerikanska hernaðarstuðlinum til Ísrael. Bæði republikanarar og demokratar hava funnist hvassliga at honum fyri tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



