At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Vinna

Navigare Shipping: Leygardagin 29. august klokkan 11 bjóðar Navigare Shipping til almenna móttøku í Søldafirði í sambandi við, at Hav Leiti, fyrsti nýbygningurin hjá reiðarínum, kemur á Søldarfjørð.

Hetta er ein søgulig løta fyri Navigare Shipping, sum eisini í ár hátíðarheldur 60 ára stovningardag. Hav Leiti er fyrsti nýbygningurin í nærum 60 ára longu søgu felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum.

Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið olju nýtslu, verður útlátið fyri hvørt flutt tons munandi lægri samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.

Hav Leiti er fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár.

Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri.

Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa.

Almenna móttøkan verður í Søldafirði leygardagin 29. august klokkan 11.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #