Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Politikkur

Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-085/2026  frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, um kappbjóðing við húsasølu

Spurningarnir vóru soljóðandi:  
1.  Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til kappbjóðing við húsasølu og týdningin, hon kann hava fyri møguleikarnar hjá fyrstuferðkeyparum at koma inn á bústaðamarknaðin?

2.  Metir landsstýrismaðurin, at verandi reglur og mannagongdir við húsasølu í nóg stóran mun tryggja keyparum greiðar og tryggar karmar?

3.  Er landsstýrismaðurin sinnaður at kanna og møguliga seta í verk reglur, sum tálma uppboðslíknandi kappbjóðing við húsasølu, eitt nú við íblástri úr donsku skipanini?

Svarað verður undir einum 
Seinastu nógvu árini er prísurin á húsum og íbúðum støðugt vaksin, og tað ger tað avbjóðandi hjá teimum, sum skulu keypa bústað, serliga hjá teimum, sum skulu keypa sítt fyrsta heim.

Orsøkirnar til gongdina á bústaðarmarknaðinum seinastu mongu árini eru helst fleiri, men verandi mannagongd, har øll boð verða løgd út á heimasíðuna hjá ognarmeklara í 48 tímar, ger ikki støðuna betri.   

Viðvíkjandi spurninginum um, hvørt verandi reglur tryggja keypara greiðar og tryggar karmar, meti eg, at tað gera tær í ávísan mun. Galdandi lóggáva, løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a., er frá 2011 og ásetur yvirskipaðu reglurnar í sambandi við keyp og sølu av fastogn. Eitt nú setur lógin krøv til, hvør kann reka ognarmiðlanarvirksemi, hvat kontantprísur er, umframt aðrar treytir, ið hava til endamáls at tryggja keypara og seljara.  

Tá ræður um mannagongdir í sambandi við boðgeving og keyp, er støðan ikki eins greið. Í § 4, stk. 1, í løgtingslógini stendur, at:

”Ognin skal verða boðin út fyri kontantprís. Ognin kann tó verða boðin út við áheitan um at geva tilboð, men í slíkum føri skal metti kontantprísurin verða upplýstur. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppií eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.”

Tað merkir, at tá ein bústaður verður lýstur til sølu, so er hetta at skilja sum ein áheitan um at geva tilboð eftir vanligum avtalurættarligum reglum. Ásetingin heimildar eisini landsstýrismanninum at gera reglur um hesi viðurskifti. Enn hevur heimildin tó ikki verið nýtt.      

Føroysku ognarmeklararnir hava tí ment mannagongdir til boðgevan og keyp og eru tað helst hesar, ið sipað verður til í spurninginum.  

Eg eri sinnaður at kanna nærri, um til ber at seta í verk reglur, sum kunnu gera tað lættari hjá teimum, sum keypa bústað fyrstu ferð, at koma á bústaðarmarknaðin. Tað kundi eitt nú verið við íblástri úr donsku skipanini.    

Sum áðurnevnt leggur verandi lóg heimildir til landsstýrisfólkið at áseta nærri reglur og tí kunnu broytingar sannlíkt gerast uttan lógarbroyting. 

Vinnumálaráðið, tann 18. november 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #