Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Politikkur

Beinir Johannesen á Facebook: Fantastiskur morgun at vakna upp til. Stilt og pent veður. Eisini ein øðrvísi morgun fyri okkum. Hetta er okkara fyrsti morgun í okkara nýggja heimi. Nakað, vit hava droymt um leingi.

Vænti, at fleiri kunnu skriva undir upp á, at húsabygging er ein long - og til tíðir strævin - tilgongd. Men nú, tá húsini eru so mikið liðug, at vit kunnu flyta inn, kennist tað, sum alt stríðið er gloymt, so løgið tað ljóðar. Ein fantastiskur lætti.

Og eitt stórt, óendaligt takksemi til øll tykkum, sum hava hjálpt okkum. Serliga nú tær síðstu tvær vikurnar, tá eg havi verið upptikin við øðrum.

Samstundis sum eg gleðist, leita mínir tankar til øll tey, sum ynskja sær ein bústað, eitt heim. Tí alt ov nógv hava trupult við at røkka hesum máli.

Sjálvt við einari góðari inntøku, merki eg, hvussu dýrt og trupult tað er. Og hvussu skal tað tá vera hjá teimum við lægri inntøku? Tað sigur seg sjálvt, at tað er uppaftur truplari hjá teimum.

Soleiðis eigur tað ikki at vera!

Tað skal vera lættari at fáa eitt heim. Tí ynskja vit í Fólkaflokkinum at geva øllum ein møguleika at koma á bústaðarmarknaðin. At øll kunnu uppliva ta kensluna at hava sítt egna heim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #