Føroysku sildaskipini leita - og bíða - framvegis eftir sildini, sum enn liggur innanfyri markið, sum íslendingar ikki vilja loyva føroyingum innum, skrivar KvF, sum eisini hevur tosað við Arngrím Hansen, skipara á Gøtunesi.
Seks-átta av føroysku sildaskipunum liggja í løtuni beint uttanfyri markið, sum íslendsku myndugleikarnir hava sett fyri, hvar føroysku skipunum sleppa at fiska. Tey kunnu fara innum - og hava eisini gjørt tað - at leita, men skulu tey fiska, so mugu tey vera uttanfyri markið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



