Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Innsent: Tvær eykasýningar verða nú settar á skrá í Norðurlandahúsinum, ávikavist sunnudagin 6. september kl. 16.00 og hóskvøldið 10. september kl. 19.30.  

Leikurin snýr seg um einsama og mishátta klokkarin Quasimodo, ið livir í duldum í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París anno 1482. Ein ferð, ið broytir alt.

”Hetta er fyrstu ferð, at sangleikurin verður settur upp í Føroyum, og sølan hevur gingið væl. Vit eru ógvuliga spent upp á at framføra leikin, sum vit hava vant í fleiri mánaðir”, sigur Aksel Remmel, ið er leikari og ein av stigtakararnum.

Familju sangleikurin er egnaður børnum frá 7 árum.

Leikarar
Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn

Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn

Bergur Fonsdal Johannesen: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag

Borgfríð Fonsdal Johannesen: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona

Maria á Lakjuni Djurhuus: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #