Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Sea Shepherd og bretski felagsskapurin Shared Planet vilja við politiskum trýsti og samstarvi við føroyingar fáa enda á grindadrápinum.

Tað kemur fram í teirra frágreiðingum fyri 2026, nú tey taka samanum árið og fimm ára samstarvið um átakið Stop the Grind.

Manningin hjá Sea Shepherd er nýliga farin úr Føroyum eftir at hava fylgt við frá mai til oktober. Her staðfestu tey, at lutfalsliga fáar grindir vóru í ár.

Men felagsskapirnir leggja dent á, at færri grindir ikki merkja, at grindadráp er við at halda uppat.

Stephanie Lvovich, stovnari av Shared Planet, sigur, at arbeiðið er víðkað frá almennari fordøming til gransking, løgfrøðiligar kanningar og samband við politikarar. Handilsviðurskifti og fólkaheilsa verða eisini brúkt sum grundgevingar.

Sambært Shared Planet hava 72 bretskir tinglimir úr seks flokkum stuðlað einum uppskoti ímóti grindadrápi. Í ár varð ein frágreiðing hjá átakinum løgd fram í bretska tinginum.

Lvovich viðurkennir samstundis, at grindadráp ikki heldur uppat uttan undirtøku millum føroyingar. Tí vilja felagsskapirnir styrkja sambandið við fólk í Føroyum og stuðla teimum, sum vilja tala alment ímóti grindadrápi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #