Grønland, Danmark og USA fara nú at taka upp aftur sambandið á diplomatiskum stigi.
Tað skrivar Politiken.
Onki samband hevur annars verið ímillum partarnar síðani einaferð í summar, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir róði framundir, at tað einasta rætta var, at Grønland var ein partur av USA og ikki av Danmark.
Partarnir hava hitst í tveimum sambondum, Joint Committee og Permanent Committee, og fundirnir, sum vera nú, vera í Nuuk.
Tað eru Danmark og Grønland sum hava boðið til fundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



