Árini 1950-1970 fiskaðu 100-tals evropisk (t.m. føroysk) skip og 10.000-tals menn árliga í miðal 400.000 tons av toski umframt kalva og svartkalva við Grønland. Virðið í dag 15-16 mia kr um árið.
Toskurin í Grønlandi veik fyri rækjum í 1970-unum av køldum sjógvi norðaneftir. Løgið, tá ”the wold is boiling” av CO2 smbr. tí veðursjúka, sosialistiska Ísraels-hataranum Guterres, ST-aðalskrivara.
Í dag er Grønland so niðurbundið av ICES, NEAFC, MSC o.ø. altjóða ’frøðiligum’ og ’vísindaligum’ ágangi, at grønlendska útflutningsvirðið er dottið niður á uml 6 mia kr fyri ársins veiddu rækjur, svartkalva og tosk.
Nakrir túsund inuittar liva enn av útróðri o.t. Teir skjóta uml 60.000 kópar um árið. Hinir kóparnir (7-8 mió dýr íalt) svimja feitir og fegnir við Vesturgrønland og meska eini 15-20 mió tons av matfiski í seg árliga. Teir eru friðaðir í klassa A móti fiskimonnum, men hava fría atgongd til toskin fyri miljardir kr í mistum virði hvørt ár.
Fiskimenn ella akademikarar fiska
Peningamissur íalt? Spyr eitt nú ICES og NEAFC og MSC. MSC er stutt fyri ’Marine Stewardship Council’, ein nýggj altjóða parasitt-fyritøka mannað av ráksnúnum akademiskum hav- og fiskifrøðingum og Exel-snillingum, sum liva av at taka pengar frá fiskimonnum, so teirra veiða kann verða blástemplað sum burðardygg.
Hesir teldufriðarar ábyrgdast ikki sjálvir fyri eina krónu av øllum milliardunum, sum fiskimenn og búskapir missa av tilmælum og hóttanum um friðingar. Teir friða fisk og kóp víðari.
Pávakirkjan í miðøld kravdi sínar trúartrælir at keypa avlátsbrøv í ’cool cash’ fyri syndafyrigeving, so teir sluppu undan svávil og eldi. Í Føroyum krevja m.o. Magni Laksáfoss ’avlát’ við kassa 1 og avgera, nær, hvar og hvat, upsi, svartkjaftur, kvotaskipan og nakrar frikadellur í 750 fiskidagar) er burðardygt. ’Blakckmail’ ella ’protection money’ eitur slíkt á mafiamáli.
ICES, NEAFC, NAFO og Steingrund kalla tað ’sustainability’. Undir teirra frøðiliga harðræði er nærum botnfiskaloysi í Eystrasalti, Kanada, Grønlandi, Føroyum og ikki minst í Norðsjónum. Men 10-tals mió friðaðir kópar allastaðni bráða og glinsa av fiti, spiki og sniki.
Munur á monnum í Ríkisfelagskapi
Laksaaling og uppsjóvarfiskur fyri 9 mia kr í útflutningsvirði) bjargaðu Føroyum undan at vera olmussuland hjá Danmark fram til 2002, tá vit lækkaðu danska blokkin úr 40% niður í tá 25% (nú bert 7%) av fíggjarlógini. Laksur og uppsjóvarfiskur bjargaðu okkum.
Danski Ríkisfelagskapurin umfatar eisini Grønland og Føroyar, sum kunnu gerast sjálvstøðug lond, um føroyingar (og grønlendingar?) velja tað og megna at gjalda fyri fullveldi.
Eini 10.000 donsk fakfólk á ymsum økjum stýra og umsita enn Grønlandi alment og vinnuliga fyri grønlendingar.
Føroyar og Grønland við hvør sínum 55.000 íbúgvum (110.000 tils) umboða 2% av íbúgvunum í Ríkinum.
Til ummáls er øvugt: Danmark er 45.000 km2, t.e. 3% av Grønlandi, ið er yvir 2 mió km2 í vídd.
Men Danmark hevur nýliga givið grønlendingum rættin til at loysa 95% av Ríkisins landaøki frá Danmark.
Sum at stinga frens
Tað var sum at stinga frens, tá Trump argaði danir og grønlendingar, streyk sínum veljarum við hárunum og gippaði danskar og ES-politikarar í afturpartin til størri verjujáttanir, minst 5% av BTÚ. Evropa hevur við 1% av BTÚ til verjumál í áratíggju snúltað á amerikanskum veljarum, ið rinda 6% av BTÚ til NATO.
Trumpsa orðalag og stílur skulu neyvan takast bókstaviliga, men altíð í álvara. Forsetin segði seg vilja keypa ella taka Grønland. Mette og Lars Løkke útskrivaðu straks val. Tey bjargaðu sínum flokkum frá ósigri og fingu mest vinstrahallu stórn í Danmark nakrantið.
Danmark hevur higartil gøllhildið politiskt um Grønland við sosialhjálp. Eingin króna fer ella kemur til Grønlands uttan at verða partur av Ríkisins felags búskapi. Nakað tað sama hevur verið galdandi fyri Føroyar í Ríkinum, men nú bragdar hjá okkum.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



