

Serlæknar og læknar hava sæð eina órógvandi gongd seinastu árini.
Talið av fólki undir 50 ár, sum fáa staðfest krabbamein í tarminum, veksur.
Hetta hendir um allan heimin.
– Kosturin er ein av fleiri pørtum, sum ávirkar vandan fyri at fáa krabbamein í tarminum, sigur seniorgranskarin Paula Berstad.
Nú hava danskir granskarar hugt eftir, hvussu eitt heilt serligt grønmeti kann hava stóra ávirkan.
Í áratíggju hava granskarar kring heimin kannað, hvørjar matvørur kunnu tálma krabbamein.
– Kanningar hava víst, at fólk, sum eta nógv grønmeti og frukt, kunnu hava minni vanda fyri at fáa ávís sløg av krabbameini. Tað var útgangsstøðið fyri okkara kanning, sigur granskarin Alexandra Agache við TV 2.
Kanningin er eitt samstarv millum Syddansk Universitet og Odense Universitetssjúkrahús.
Í teirra kanning stóð eitt grønmeti skjótt framúr.
– Gularøtur hava fleiri anti-inflammatoriskar og krabbameinsminkandi eginleikar, sigur Agache.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo