

…hmm…nei, ikki er tað lætt at vera Guð…í Føroyum…nú orðið hongur sum eitt norðlýsi av undirviti og gudiligheitin…í síni evangelisku sjálvrættvísi… situr uppi yvir tí…í Freuds-líki…og møsnar tað úr einum skapi í annað…kreddufast og við samsvarandi lítlum atliti til munin millum satt og logið…gott og ilt…
…men soleiðis er nú møsnið… tað brýggjar seg lítið um rætt og skeivt… dugir tískil ikki at lúgva… uttan myndar seg og sítt skyn á lív og veran úr mold hugans og blæsir tað út við óttans fáfongdu vild…
…ein dagin herfyri skrivaði ein prestur og gav ilt av sær um tað óhugnaliga í, at har alt gekk so kristiliga í samfelagnum, har vildi nú ein eldur av tilevnisleysum mótmæli kykna upp ofta…ein sovorðin ókristiligur tornarunnur, sum allur stóð í óndsinnaðum logum og tann login prestur í skrivandi viðfangi serliga kendi seg svidna av, var, at meðan eitt kristiliga fyristaðið tiltak…“Standa fyri lívi“…fór fram á Vaglinum í Havn sunnudagin 24. august, hevði eitt satt harkalið…ein belsabubs repil… gjørt seg inn á tann gudrøkna, í allar mátar skikkiliga hugna, vaksin sum børn høvdu saman henda hvíludags seinnapart…til frama fyri óføtt lív og útloysn kvinnunnar frá tí syndiga vali at ráða sær sjálvum og egnum kroppi…
…so ófantaliga høvdu beistini tíggjað sær, skrivaði prestur, politiið mátti upp í leikin…
…og tað gratt ikki…ikki vóru orðini hjá presti fyrr gloppin úr lyklaborðinum á hennara skriftføstu teldu, tá fløddi ein sovorðin hjartans undirtøka at henni…ja, skolaði hana av fótum…so hon næstan mundi sjólætst av kristiligari undran…ikki at siga gleði…hvat tá…
…uttan… tá av tornaði, kom undan kavi, at hetta harkaliðið…hesin belsabubs repil…ið prestur øtaðist við…bert taldi nøkur fá tandur…flest blaðung…tey kalla seg anarkistar, men eru… alt nakar veit eingin tornarunnur í djevilskum logum …heldur meinaleys góðdýr og komin oman á Vaglið berandi ein vælmeintan, grønan dregil við teirri eitt sindur málhøltu áskriftini: „Abort bjargar lív“…
…hetta gjørdu tey nú ikki óboðin, men av tí at ein av teimum, sum skipaði fyri tiltakinum á Vaglinum 24. august, í morgunsendingini hjá KvF hevði sagt ósamsint vera vælkomin oman á Vaglið, meðan „Standa fyri lívi“-tiltakið var og læta sína hugsan til sjóndar…
…hvørki løgreglan ella onnur sýnast heldur at hava havt nógv fortreð av hesum vælsignaðu anarkistum fyrr enn prestur fór at freudast við tað undirvits-norðlýsið, sum Guðs orð er blivið í Føroyum…
…í vikuni fóru so tvey umboð… fyri ávikavist miðflokkin og fólkaflokkin…á almenna vitjan í Ísrael og har ganga tey nú og kaffilattast um gøturnar í Tel Aviv, Jerusalem og øðrum býum og bygdum, meðan ísraelski herurin ger helviti um seg í næstu grendum…umboðini spara ikki at lata sín evangeliska boðskap ganga út um kristiliga geilar…tí so hevur Guð givið Ísraelsmonnum Ísraelsland, siga tey, at sionistiska apartheid-skipanin har suðuri má eita ein fullgering av fjallaprædikuni… fólkamorð og fyriskipaður svøltur javnast við syndanna fyrigeving og bumbaði sjúkrahús við ta himmalsku náðina…
…ja, sigi tey amen, ið troysta sær…
…og so vóru tað kremlingarnir…enn og aftur…tann heljareldur, teir nátt eftir nátt bera at ukrainskum býum og sakleysum borgarum…
…ikki fyri tann skyld at føroyingar sita ónortnir av tíðindum og myndum haðani…úr Ukraina…men tá tiltøk móti kremlingum skulu setast í verk…eitt nú hetta uppskotið hjá landsstýrinum um heimild til at banna russiskum skipum undir illgruna fyri njósning og aðra óhógv at koma í føroyskan sjógv…tá er tað sum fólk fara upp í vong og halda búskapin og alt samfelagið standa á lopi…
…og tað er eitt tvey so er formaðurin í reiðarafelagnum… við einum hala av smikrarum aftan á sær…gingin inn í sín landsvítt miðlaða Getsemane-garð við teimum boðum til landstýri og løgting at gera so væl at taka hesa skál…altso uppkotið hjá landsstýrinum… frá honum og vinnuni…
…og tað er sum við presti…sama hjartans undirtøka fløðir at formanninum í reiðarafelagnum… alt hann sjálvandi er svinnari enn so…vissari um seg og sín útvaldleika… at hann nakrantíð fer at sjólátast í undran…
…íðan stendur hvørki á borgarstjórum, sambandsformanninum ella fyrrverandi løgmonnum … við ein munn minna teir almenningin á at aksla sínar fortugdastu undanførslur og ásanna fyri bæði øðrum og sær sjálvum, hvussu nógv høgligari tað er at gera hvørki, tá tvørligir spurningar eru fyri…
…jú, men tann moralurin javnan bestur eisini, ið einki kostar…
…ja, Guð signi Føroyar mítt land…
Carli
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo