- Eg sá tær fyrstuferð á Bornholm og uppdagaði teirra undirklæði, sum eru gjørd úr bleytastu ullini. Líka síðani havi eg samlað uppá teirra bundnu vørur, sigur heimskenda danska toppmodellin, Helena Christensen við miðilin elle.dk.
Hon heldur, at hvørt tað einasta plaggið, sum Guðrun & Guðrun lata úr hondum, er sum eitt lítið listarligt ævintýr, fjøðurlætt og gandakent. Nakað sum ein kundi ímynda sær, at ein álvagenta var ílætin.
Kollektiónin, sum Guðrun & Guðrun hava gjørt saman við Helenu Christensen verður klár 25. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



