Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak
Bloggur

SámalSunnudag: Jürgen Habermas doyði 14, mars í ár, 96 ára gamal. Habermas var ein sera týðandi politiskur filosoffur, ið flestu samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava lisið nógv. Hann vaks upp í nazi-týsklandi, og hesar upplivingar fingu hann at menna ástøði, ið kundu forða fyri líknandi politiskum rákum sum hann sjálvur hevði upplivað.

Habermas skrivaði síni kendastu verk í stóru framburðstíðini hjá Vesturtýsklandi, og eitt hitt kendasta hugtakið man vera “borgarligt almenni” (Die bürgerliche Öffentlichkeit), ið bæði eg og aðrir føroyingar hava brúkt rættiliga nógv.

Eg sjálvur havi mest brúkt hugtakið innan kommunalpolitikk sum kontrast til hugtakið “fólksligt almenni”, ið eg lænti frá Eyðuni Andreassen. 

Nú stundar til val, og tá stendur borgarliga almennið í fullum blóma - og tó. Almenningurin er í dag sundurpettaður í smáar krókar á Internetinum, og uppmerksemið hjá fólki verður stýrt av algoritmum og lýsingarpengum. Talan er tí ikki um nakað frítt kjak, har øll samskifta við hvønn annan út frá somu fyritreytum, men um valdstýrt kjak.  

Les meira: Habermas - eitt kritiskt eftirmæli

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #