Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Nes Kommuna: Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 var endaliga samtykt á býráðsfundi 24. november. Skattaprosentið er óbroytt 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 kr. upp í 8.000 kr.

Harafturat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið. Broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á kr. 550,- fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu. Um eldra barnið gongur í barnagarði, er lættin kr. 475,-, meðan lættin er 250, - kr, um tað gongur í frítíðarskúla.

Dagstovnagjøldini verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi kr. 2.000 fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.

Úrslitið á fíggjarætlanini er eitt avlop á 425 tkr.

Í 2026 verður peningur m. a. brúktur til:

Breiðka og tryggja vegin við Kornvatn
Gera gongugøtu millum Regnaveg og Lýðarsveg
Umvæling av ovaru síðu av 1981-skúlanum
Dagføring av kommunuskrivstovuni
Dagføring av Heilsumiðstøðini
Betra um útiøki skúlans
Umbyggja í barnagarðinum
Ymiskar ábøtur á ítróttarøkið á Svangaskarði
Ábøtur og asfaltering av kommunalum vegum
Halda fram at fullføra spillivatnsætlanina
Leggja nýggjan kaðal til pumpuskipanina á Toftavatni
Gera nýggja partin í kirkjugarðinum lidnan
Gera vinnuøkið við Rætt klárt at taka í nýtslu.
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Byggibúning við Høganesvegin eins og við Regnavegin

Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2026 eru (í tkr.):

Rakstur:

§ 1 Kommunal fyrisiting 8.226
§ 2 Almanna- og heilsumál 30.191
§ 3 Børn og ung 18.290
§ 4 Undirvísing 5.735
§ 5 Mentan og frítíð 6.828
§ 6 Teknisk mál 8.146
§ 7 Kommunalt øki 3.985
Rakstur í alt 81.401

Íløgur:

§ 1 Kommunal fyrisiting 2.425
§ 2 Almanna- og heilsumál 1.503
§ 3 Børn og ung 395
§ 4 Undirvísing 3.050
§ 5 Mentan og frítíð 647
§ 6 Teknisk mál 4.369
§ 7 Kommunal virki 497
Íløgur í alt 12.886

§ 20 Inntøkur

Rentur og rentustuðul 4.000
Kommunuskattur, felagsskattur v.m. -98.712
§ 20 Inntøkur í alt -94.712

Úrslit í alt -425

Afturgjald av skuld 2.910

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er dags dato 34,7 mió. kr., ið er 37,3 % av lániheimildini.

Tá ið allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin væntandi kr. 47.8 mió. kr., ið er áleið 45,9 % av lániheimildini.

Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagjóðari fíggjarstýring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo