Partafelagsskattur er ikki so einfaldur, sum hann verður gjørdur til. At hækka partafelagsskattin er ikki vegurin fram, tað tænir ikki búskapinum ella starvsfólkunum.
Ein týðandi frágreiðing er, at lægri skattur gera fleiri íløgur lønandi. Tá fleiri íløgur verða framdar, økist virksemið í búskapinum, arbeiðspláss verða skapt, og tað gevur aftur størri inntøkur frá øðrum skattum – serliga frá lønum og nýtslu
Í kjakinum at hækka partafelagsskattin verður ofta ført fram, at hetta er ein einfald leið at fáa størri inntøkur til samfelagið. Men veruleikin er nógv meira samansettur enn so, og tí er skilagott at hyggja nærri at, hvat gransking og hagtøl vísa.
Ein evropisk frágreiðing um partafelagsskatt vísir eina áhugaverda niðurstøðu: hóast partafelagsskattaprosentini eru lækkað nógv seinastu áratíggjuni, eru inntøkurnar frá partafelagsskatti í mun til bruttotjóðarbúskapin (BTÚ) ikki minkaðar. Tvørturímóti hava tær verið lutfalsliga støðugar í umleið 40 ár.
Sum nevnt er ein týðandi frágreiðing, at lægri skattur gera fleiri íløgur lønandi. Tá fleiri íløgur verða framdar, økist virksemið í búskapinum, arbeiðspláss verða skapt, og tað gevur aftur størri inntøkur frá øðrum skattum – serliga frá lønum og nýtslu. Í veruleikanum er partafelagsskattur ein lítil partur av samlaðu skattainntøkunum, vanliga um 2–3% av BTÚ, meðan skattur av lønum, MVG og øðrum eru nógv størri og ofta yvir 30% (altjóð tøl).
Frágreiðingin vísir eisini, at partafelagsskattur er tann skatturin, sum mest darvar búskaparvøkstri. Hægri skattur minkar avkastið av íløgum, og ger tí færri verkætlanir lønandi. Hetta hevur beinleiðis ávirkan á bæði arbeiðspláss og samlaða búskaparliga menning.
Samstundis er tað ein misskiljing at halda, at tað eru “fyritøkur” ella eigarar, sum bera allan skattin. Gransking vísir, at ein stórur partur av partafelagsskattinum í veruleikanum verður fluttur víðari til starvsfólk, kundar og veitarar – til dømis gjøgnum lægri lønarvøkstur ella hægri prísir.
Í føroyska kjakinum hoyrist eisini ofta ein einfald samanbering: at partafelagsskatturin er 18% í Føroyum og 22% í Danmark, og at vit tí hava “lágan” skatt. Men eisini her er veruleikin meira samansettur.
Í Danmark eru nevniliga skipanir, sum stuðla íløgum og nýskapan – eitt nú innan menningarvirksemi. Í ávísum førum kunnu fyritøkur fáa menningarútreiðslur endurgoldnar beinleiðis, eisini kontant. Hetta merkir, at ein fyritøka, sum hevði goldið skatt í Føroyum, í einum øðrum skipanarkarmi kann fáa ein part aftur ella fáa betri fíggjarligar treytir. Hetta er ein tilvitað skipan at styrkja nýskapan, arbeiðspláss og framtíðar skattainntøkur.
Við øðrum orðum er tað at fara lætt um sannleikan, um vit bert samanbera prosenttøl sum 18 og 22. Tað, sum veruliga telur, er samlaði búskaparligi karmurin – hvussu vit leggja til rættis fyri íløgur, arbeiðspláss og menning.
Tí eigur kjakið um partafelagsskatt ikki at snúgva seg um at hækka ella lækka eitt einstakt tal. Tað eigur at snúgva seg um, hvussu vit skapa bestu fortreytirnar fyri einum burðardyggum búskapi, har bæði fyritøkur og samfelag fáa gagn. At hækka partafelagsskattin er ikki vegurin fram, tað tænir ikki búskapinum ella starvsfólkunum.
X við A
X við FróðA Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum
Um onkur ynskir at lesa meira um evnið er møguleikin her: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



