Sjóvar kommuna fer at fíggja eitt hall á 15,7 milliónir krónur við lántøku næsta ár. Tað er greitt, eftir at kommunustýrið 19. november samtykti fíggjarætlanina fyri 2027 við aðru viðgerð.
Inntøkurnar eru mettar til 87,8 milliónir krónur. Eftir rakstrarútreiðslur og rentur eru 11,3 milliónir eftir til íløgur. Men við íløgum fyri slakar 27 milliónir verður úrslitið eitt hall á 15,7 milliónir krónur.
Nýggja ítróttarhøllin er størsta einstaka verkætlanin. Hon skal byggjast sunnan fyri bygdahúsið og knýtast at tí. Kommunan væntar at fáa uppskot og tilboð um mánaðarskiftið januar/februar.
Peningur verður eisini settur av til grundstykki, vinnuøkið á Hulki, nýtt rusk- og endurnýtslupláss og ábøtur á Stranda skúla. Sambært kommununi skapar fólkavøksturin tørv á bæði íløgum og betri tænastum.
Skattaprosentið verður framvegis 21, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 upp í 9.000 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



