Fiskamarknaður Føroya: Seks frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið fer væntandi út um vikuskiftið. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt. Okkurt frystilínuskip fer út í næstum.
Bæði streymur og veðrið verður brúkiligt, so tað verður nakað av útróðri. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Væntandi fer onkur avstað í vikuskiftinum.
Seks pør eru til fiskarí. Tað eina parið er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, meðan hini fiska mest upsa og so nakað av hvítfiski. Tað sjeynda parið fer væntandi avstað skjótt.
Bara ein trolbátur er úti, men helst fara fleiri út, nú veðurvánirnar eru góðar. Væntandi landa allir síðst í vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Væntandi landa øll í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



