Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Krutl

Í morgin verður høgætt, bert eitt lítið lot og sólin sær ein stóran part av degnum, hitin um fimm stig.

Týsdagin trilkar hann vindin av lágættum, mest útsynningi, tað verður nakað lýggjari, eini 8 stig, skýggjað og okkurt æli seinnapartin.

Mikudagin verður hann vestan í ættini, lot til frískan vind, smáskýggjað og onkrir sólglottar, hitin um 7 stig.

Hósdagin veksur vindurin sum frálíður upp í ein strúk av lágættum, tað verður ælaveður og hitin um 10 stig.

Fríggjadagi strúkur í vindi ella skrið av suðri og útsynningi, samregn og hitin um 8 stig.

Næsta vikuskifti verður fyri tað mesta høgætt og kaldari, um 4 stig, kanska okkurt kavaæl leygardagin men sunnudagin verður tað fyri tað mesta sum regn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo