Norska kongshúsið sigur í kvøld, at heilsan hjá Haraldi kongi, sum hevur verið innlagdur í eina viku, er versnað.
Staðfest er, at 89 ára gamli kongurin hevur bakteriur í blóðinum, og tað kann vera rættuliga álvarsligt, men støðan er kortini stabil, sigur kongshúsið.
Fyribils er Haraldur kongur sjúkrameldaður, og allar vitjanir og øll tiltøk, sum ætlanir vóru um, eru avlýst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



