Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Handverkarafeløgini hava í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála.
Sáttmálin fór úr gildi á nýggjárinu, feløgini vrakaðu herfyri eitt uppskot, men seinastu vikuna hevur Semingsstovnurin roynt at mýkt støðuna og tosa við partarnar. Semingsstovnurin setti fyrr í dag pørtunum eina freist til klokkan fimm í dag at góðtaka ella vraka eitt uppskot, og í kvøld glapp so, og nýggjur trý ára sáttmáli er undirskrivaður.
Her er innihaldið:
Tann 1. januar 2026 hækkar mánaðarlønin við 2,78%
Tann 1. januar 2027 hækkar mánaðarlønin við 3,68 %
Tann 1. januar 2028 hækkar mánaðarlønin við 4,00 %
Frá 1. apríl í 2027 kemur í gildi nýggj áseting um viðbót fyri vandamikið arbeiði: Fyri arbeiði í tunli, arbeiði við vandamiklum evnum og tilfari, sum krevja serliga verndarútgerð, t.d. asbest, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í kloakkum, verður goldið 10% eyka um tíman.
Frá 1. januar 2027 kemur nýggj áseting í sáttmálan um yvirtíðararbeiði: Tá yvirtíðararbeiði er byrjað, verður goldin yvirtíð til arbeiðið endar.
Frá 1. januar 2027 hava handverkarar rætt til eftirløn av niðanfyrinevndu persónligu viðbótum sambært § 5, § 7, § 7a og § 7b. Tað nýggja í hesi áseting er § 7b viðbótin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



