Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Nógvar eru plakatirnar, nú valið stundar til. Sjálv havi eg endurnýtt allar plakatirnar frá seinasta kommunuvali. Eingin orsøk er til bara at blaka burtur og keypa nýtt. Vit mugu hugsa um umhvørvið og endurnýta so nógv, sum vit kunnu. Tað hugsi eg nógv um, tí eitt reint umhvørvi hevur nógv at siga. Øll endurnýtsla stuðlar upp undir, at vit fáa minni órudd og minni burturkast. Á tann hátt spara vit upp á tilfengið og fáa eitt reinari umhvørvi.

Eg haldi, at vit áttu at endurskoða um tað, í okkara nútíðarsamfelag, er tørvur á at heingja plakatir upp. Vit hava nógvar aðrar háttir at vísa hvussu vit síggja út. Tað tykist sum, at øll heingja plakatir upp, tí hini gera tað. Um leisturin var tann sami fyri øll, hevði eingin kapping verið á hesum økinum.

Ein fittur veljari í Sandavági skrivaði til mín nú ein dagin og segði frá, at ein plakat hjá mær, var fokin í vindinum og lá nú í ánni í Sandavági. Eg lá ikki á boðunum, men fekk pápa mín at fara vestur at bjarga plakatini. Hann fekk plakatina upp aftur á turt, so hon ikki dálkaði ánna.

Hvussu plakatin í ánni, í Sandavági, varð fingin upp aftur, kunnu tit síggja í filmsbrotinum niðanfyri.

Um tit síggja onkrar foknar plakatir hjá mær, ið sløðast onkustaðni, so mugu tit gjarna siga mær frá. Eg skal fara eftir plakatunum beinanvegin, so tær ikki liggja og órudda vøkru náttúru okkara.

Lat okkum miðja eftir, at ongar plakatir koma upp til næsta val.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt tann 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #