Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna skuldi sett fleiri egingjøld í verk, fyri at minka um “Stóra pott” háttin ið TK verður rikin eftir í dag.

Stóri potta hátturin er alt ov lítið gjøgnumskygdur, og slepst neyvan undan at hyggja at hesum, um bøtast skal um verandi skattatrýstið á Havnaborgaran.

Egingjøld kunnu avgreiðast á ymiskan hátt, alt eftir hvat ymisku borgarir og býarpartarnir ynskja.

Annaðhvørt við føstum gjaldi til TK, ella við yvirtøku av ábyrd og kostnaði.

Ilt er at fáa skattin niður, uttan so at borgarin sjálvur er tann sum má gjalda fyri sínar ágóðar. Tvs at skatturin er bert tann luturin sum mett verður, er neyðugur hjá TK at gjalda fyri. Sum eru tær mest grundleggjandi tænasturnar hjá TK, at hava veitingartrygd fyri.

Hesi eru skúlar, barnaansning, eldrarøkt, trygga vatnveitan, læknaøki, sløkkilið.

Egingjøldini kundu verið fyri:

  • Ljóssteyra streym nýtslu, og røkt av hesum út fyri egnan bústað.

  • Busleiðin.

  • Røkt av fríøki í grannalagnum.

  • Kloaktænasta.

  • Vegarøkt og kavaruddan í grannalagnum (tó ikki á høvðusvegum)

Tá hetta verður sálda frá, vildi raksturin av TK verið meira greiður, og at tær tænastur ið fullu uttanfyri tær mest kritisku, slapp Havnaborgarin sjálvur at gjalda fyri eftir nýtslu.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo