Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku
Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku
Talvsambandið: Árligi talvdysturin á ólavsøku millum havnarmenn og klaksvíkingar var sum vant beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.
Í ár vunnu havnarmenn 6 - 4. Í fjør endaði dysturin javnur 5 - 5.
Talan er um kvikdyst, sum í mesta lagi varir í ein tíma.
Avtalað er, at telvast skal um ferðasteyp komandi árini.
Havnin - Klaksvík 6 - 4
1. Luitjen Akselsson Apol - Ólavur Simonsen 1 - 0
2. Rógvi W. Rasmussen - Finnbjørn Vang 1 - 0
3. Elias Petersen - Haldur Suni Johansen ½ - ½
4. Hjalti T. Jógvansson - Ingolf Gaard 0 - 1
5. Sigurð B. Justinussen - Terji Petersen 1 - 0
6. Herluf Hansen - Tummas M. Sólsker ½ - ½
7. Petur G. Magnussen - Janus Skaale 1 - 0
8. Flóvin M. Tummasarson - Wille Olsen 0 - 1
9. Jógvan Joensen - Rógvi H. Olsen 0 - 1
10. Herbert H. Johannesen - Rókur Davidsen 1 - 0
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



