Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Onnur tíðindi

Tað verður dýrari at brúka fleiri kommunalar tænastur í Havn, verður uppskotið til fíggjarætlan fyri 2027 samtykt.

Uppskotið, sum er til aðru viðgerð á býráðsfundinum í dag, leggur upp til hægri brúkaragjøld fyri millum annað matartænastu, reingerð, virkisvenjing og rehabilitering. Hækkingarnar skulu geva kommununi 330.000 krónur eyka um árið.

Eisini gjøldini á kvøldskúlanum, musikkskúlanum og býarbókasavninum skulu hækka. Harumframt verða hægri gjøld fyri parkeringsloyvi og hægri leiga fyri traðir og urtagarðsstykkir.

Størsta eyka inntøkan frá hesum hækkingum kemur tó frá íbindingargjøldum fyri vatn og kloakk. Tey skulu geva tilsamans 2,1 milliónir krónur meira.

Samstundis leggur uppskotið upp til íløgur fyri 325,4 milliónir krónur, íroknað Tórshavnar Havn. Av hesum fara 156 milliónir til røktarheimið á Stórubrekku, sum væntast liðugt tíðliga í 2028.

Aðrar stórar íløgur eru 21 millión til Argja skúla, 20 milliónir til orku- og umhvørvisátøk og 18 milliónir til kloakkir og spillvatn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #